Borgarstjórin heiðrar íverksetum

Kropsskrubb Og Borgarstjórin

Kroppskrubb og Bjarni Prior, borgarstjóri. Borgarstjórin takkaði fyri vitjanina og handaði íverksetunum eitt gávubræv.

09.03.2022

Fríggjadagin 25. februar var árliga SkúlaFM íverksetarakappingin á skránni. Talan er um kapping millum næmingar í framhaldsdeildunum runt alt landið.

Fleiri skúlar hava fingið íverksetan sum vallærugrein, har næmingar fáa undirvísing í íverksetan og arbeiða við at finna hugskot til nýggjar vinnur og fyritøkur. Næmingarnir læra at arbeiða við egnum hugskotum, og menna síðan hugskotið frá tanka til eina lidna vøru ella tænastu, sum kann seljast ella veitast øðrum.

Seinastu árini, hava næmingar á Skúlanum á Giljanesi luttikið í SkúlaFM, og soleiðis var eisini í ár. Næmingarnir Lív Wiberg úr 8.flokki, og Johanna Ludvig Kjelnæs og Ronja á Lofti úr 9.flokki umboðaðu Skúlan á Giljanesi. Tær hava seinasta hálvárið ment eitt hugskot at endurnýta kaffigrugg til eina heilsu ella vakurleika vøru. Vøran tær hava ment er kropsskubb, sum eisini er navnið á fyritøkuni hjá teimum. Eginleikin við vøruni er at smyrja kroppin við viðgjørdum kaffigruggi sum er gott fyri, til dømis ringa húð, tekur burtur deyða húð, og gevur eina bleyta húð eftir nýtslu.

Tær í Kropsskrubb hava lagt stóran dent á at brúka kaffigrugg frá vistfrøðiligum kaffi, sum so aftur verður viðgjørt og blandað við øðrum vistfrøðiligar vørum so sum olju, kanel, vanilju o.a. Tilsetningurin av t.d. kanel og vanilju gevur kreminum ein góðan anga, samstundis sum tað eisini er gott í samband við røkt av húðini. Higartil hava tær framleitt trý ymisk sløg av kropsskrubb, og hava tær heinta íblástur úr norrønu gudalæruni til teir ymisku lugtirnar Nerthus, Freyr og Freya.

Lív, Johanna og Ronja vóru á gátt á kommunuskrivstovuni, saman við Inga Wiberg, lærara í íverksetan og greiddu frá verkætlanini fyri borgarstjóranum. Bjarni Prior, borgarstjórin hevði boði teimum á vitjan tí hann ynskti at heiðra tær fyri sítt flotta 3.páss í SkúlaFM, og at hoyra meir um tilgongdini tær hava verið ígjøgnum, og um ta vøru tær hava framleitt. Borgarstjórin takkaði teimum fyri teirra virkisfúsi og áræði, og gleddist um at kommunan hevur ungdóm sum sær møguleikar í at skapa og vera kreativ.  Hetta vísur hvussu ótrúliga dugnaligan ungdóm vit hava, og vónandi eggjar tað enn fleiri at taka leistin upp.