Borgarstjórin vertur fyri tignarligari vitjan

Felagsmynd

20.05.2022

Fríggjadagin kom eitt ferðalið við 19 sendifólkum, makum og starvsfólki úr Íslandi til Føroya á kunningarferð.

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, var í gjárkvøldið vertur fyri einum døgurða á kaféini Fiskastykkið í Sandavági. Borgarstjórin helt eina røðu, har hann beyð gestunum vælkomnum til Føroya og takkaði teimum fyri at tey vóru komin á vitjan í Vága kommunu. Borgarstjórin vísti á, hvønn týdningin tað hevur fyri eina kommunu, at fáa slíka tignarliga vitjan. Tí umframt góða umtalu, so gevur hetta kommununi ein møguleika fyri, at kunna umheimin um Vága kommunu, og um viðurskiftini, vinnulívið og mentanina í kommununi, og har vísa á teir møguleikarnar sum kommunan hevur at bjóða. Borgarstjórin endaði røðuna við takka fyri hendan møguleikan og vónaði at vitjanin kundi vera við til at skapa eitt tætt samband og gott netverk til tey londini, sum sendifólkini umboða.

Sendifólkini, við embæti í Íslandi, sum eru við á ferðini, umboða lond sum Danmark, Finnland, Týskland, Grønland, Japan, Noreg, Pólland, Svøríki, og Bretland, umframt at Sendikvinnan fyri ES eisini er við á ferðini. Samskipari av túrinum, og ferðaleiðari er Halla Nolsøe Poulsen, Sendikvinna Føroya til Íslands.

Vitjanin gav eisini høvi til at greiða gestunum frá um ferðavinnuna í Vágum. Tordis Kristina á Rógvi Simonsen, menningarleiðari á Visit Vágar, hevði eina framløgu, har hon greiddi frá um tilgongdina Visit Vágar hevur verið ígjøgnum, at vera farin frá at vera ein kunningarstova til at vera ein menningarstova, og hvussu arbeitt verður fram ímóti, at ferðavinnan í Vágum gerst sosialt, umhvørvisliga og fíggjarliga burðardygg. Í framløguni legði menningarleiðarin somuleiðis stóran dent á, at kunna um nýggju strategiina hjá Visit Vágar, sum millum annað hevur til endamáls at arbeiða fyri at menna vinnuferðavinnuna í oynni.

Fyrimunirnir við at menna eina fjølbroytta og sterka vinnuferðavinnu er, at vinnuferðavinna er alt árið, serliga uttanfyri háárstíð. Vinnuferðagestir koma við vitan og netverki, sum tey leggja eftir seg í samfelagnum, umframt at tey eisini leggja væl meira eftir seg peningaliga, í mun til tey vanligu ferðandi. Vinnuferðavinna er, sum heild, við til menna og økja um tænasturnar vit hva at bjóða í oynni, og er við til at økja um trivnaðin, arbeiðspláss og mentanarlívið í økinum.

Hjá kommununi at vera vertur fyri einum slíkum døgurða, kann vera við til at skapa gróðrarlíkindi fyri einari blómandi vinnuferðavinnu og aðrari vinnu í kommununi, har vinnan kann bjóða seg fram at hýsa fundum, ráðstevnum, ítróttar- og mentanartiltøkum. Sendifólkini umboða ein stóran skara av fólki runt um í heiminum. Saman við kommununi, er tað uppgávan hjá Visit Vágar, at skapa netverk og sambond millum fundar- og ráðstevnu fyriskiparar, og teir veitarar av fundar- og ráðstevnu hentleikum vit hava í kommununi.

Gestirnir tóku sera væl ímóti framløguni hjá menningarleiðarinum, og nógv samskifti, netverkan og hugskot vóru uppi at venda aftaná ímillum gestir og vertir.

Eftir ein sera góðan døgurða á Fiskastykkinum, sum navnframi kokkurin Gutti Winther hevði matgjørt og meistarliga greiddi frá um ymisku rættirnar og teirra uppruna, framførdi Lyon Hansen nakrar av sínum hugtakandi sangum.

Ein umfatandi ferðaskrá

Fyrst á skránni í vitjanini í Føroyum var á virkinum hjá Hiddenfjord í Sørvági. Har fingu sendifólkini eina kunning frá Atla Gregersen, stjóra, um virksemið hjá Hiddenfjord, og fóru tey síðan ein túr við báti út á fjørðin, har siglt varð út til aliringarnar.

Leiðin gekk síðan niðan á Krígssavnið, har vitja var í SOR bygninginum. Elsebeth Davidsen, varaborgarstjóri í Sørvágs kommunu, tók ímóti gestunum og segði nøkur orð, áðrenn hon navnkendi Karl Jóhan Nielsen, formaður fyri felagið handan Krígssavnið. Karl Jóhan hugleiddi um tíðina undir 2. veraldarbardaga, áðrenn hann vísti gestunum runt í SOR bygninginum, har hann greiddi frá um savnið og teimum lutunum sum eru savnaðir har, og eisini greiddi hann frá um framtíðarætlanirnar fyri Krígssavnið. Eftir vitjanina á Krígssavninum fór ferðaliðið ein túr til Gásadals at hyggja at Múlafossi, áðrenn leiðin gekk á Fiskastykkið, har Bjarni Prior, borgarstjóri var vertur fyri einum døgurða.

Aðrar vitjanir sum eru á skránni er millum annað vitjan úti í Tinganesi hjá Løgmanni, í Løgtinginum, í Norðurlandahúsinum, Listasavn Føroya, á garðinum í Kirkjubø og í Kalsoynni.

Gjøgnum árini, síðan Sendistova Føroya til Íslands lat upp í Reykjavík í 2007, hevur hon javnan skipa fyri hesum ferðum. Endamálið við ferðini er at kunna sendifólkunum, við embæti í Íslandi, um Føroyar, føroysk viðurskifti, mentan og vinnulív.