14.12.2022
Eftir ætlan skuldi jólaskipið koma hóskvøldið 15. desember kl. 18.00, men av tí at so nógv tiltøk eru á skránni og jólamenninir hava úr at gera til jóla, so hava teir framskunda tað soleiðis teir leggja at í bátahylinum í Miðvági hóskvøldið 15. desember kl. 17.00. Áðrenn teir koma inn á Miðvág, sigla teir eisini ein túr til Sandavágs at heilsa uppá.
Jólamenninir hava heilt víst okkurt gott við til børnini.
Vit fara at ganga við lummalykt heim í miðstaðarøkið við viðarlundina, har kommunan bjóðar heitt kakao og bollar.
Tiltakið er ókeypis.
Vónandi koma nógv børn og vaksin at taka ímóti jólamonnunum.
Okkurt fýrverk verður skotið hóskvøldið, bæði í Sandavági og í Miðvági.