17.10.2024
Í samband við kommunuvalið, er møguleiki fyri at greiða brævatkvøðu áðrenn valdagin, sum verður týsdagin 12. november. Hetta verður gjørt á kommunuskrivstovuni í Sandavági.
Hevur tú bústað í aðrari kommunu, verður brævatkvøðan send bústaðarkommununi við postinum, mælt verður til at hetta verður avgreitt í góðari tíð áðrenn valdagin.
Tín brævatkvøða liggur á læstum stað, til hon á valdegnum verður tald upp saman við hinum atkvøðunum á valstaðnum.
Brævatkvøður kunnu avgreiðast mánadaga til mikudag frá kl. 10.00 til 15.00, hósdag frá kl. 10.00 til kl. 17.00 og fríggjadag frá kl. 10.00 til kl. 13.00.