11.08.2021
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 25. mai 2021 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at matr. nr. 169d og partar av matr. nr. 168 og matr. nr. 250b í Miðvági verða broytt frá F-øki (almenn frítíðarøki) til B-øki (Sethúsaøki).
Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá hósdegnum tann 12. august 2021 til hósdagin tann 02. september 2021, báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 23. september 2021.