07.09.2021
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága býráð á fundi 22. juni 2021 samtykti at broyta býarplanin fyri Vága kommunu soleiðis, at partar av matr. nr. 227d, 227e, 227g, 227h og 227i í Miðvági, verður broytt frá F-øki (Almenn frítíðarøki) til B-øki (Sethúsaøki).
Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá týsdegnum tann 07. september 2021 til týsdagin tann 28. september 2021, báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi týsdagin 19. oktober 2021.