Broytingar í skránni hjá jólamonnunum í morgin

Jolamenn

18.12.2021

Vitandi at nógv fólk samlast tá jólamennirnir vitja, eru broytingar gjørdar í skránni hjá jólamonnunum, soleiðis at teir fara at koma út í ymisku býlingarnar og grannaløg í kommununi at heilsa uppá børnini og geva teimum pakka, við hjálp frá sløkkiliðinum hjá Vága kommunu. So tað er at fylgja væl við tá tit síggja bilin hjá sløkkiliðinum við bláum blunkum koma koyrandi við gomlum monnum við hvítum skeggi og í reyðum klæðum.

Heimdal kemur, sum áður fráboðað, inn á Sandavág kl. 16.45 og so verður fýrverk skotið niðri á sandinum ímeðan Heimdal liggur á vágini við jólamonnunum umborð. Aftaná siglir Heimdal inn á Miðvág, og eins og í Sandavági, verður fýrverk á sandinum. Síðan fara jólamennirnir í bilin hjá sløkkiliðinum og koyra runt í bygdini.

Eru onkur børn sum eru í sóttarhaldi, ella sum ikki kunnu koma út á vegin at heilsa uppá, so kunnu tey boða kommununi frá við at skriva navn og bústað í kassarnar niðanfyri, og so koma jólamennirnir til teirra við pakka.

Hetta verður gjørt so vit kunnu halda tilmælini um ikki at samlast ov nógv saman, og gera okkara til fyri at vit kunnu halda eini koronafrí jól í kommununi, har vit kunnu halda jól saman við okkara kæru uttan at halda frástøðu.