Brynjálvur Haraldsen farin frá sum sløkkiliðsmaður

Brynjleivur Og Bjarni Prior

Brynjálvur Haraldsen og Bjarni Prior, borgarstjóri

10.03.2022

Á lítlari samkomu í síðstu viku, inni á brandstøðini hjá Miðvágs - Sandavágs sløkkiliði, varð Brynjálvur Haraldsen heiðraður fyri trúgva tænastu sum sløkkiliðsmaður.

Brynjálvur byrjaði hjá sløkkiliðinum fyrst í 1980’unum, so í 40 ár ella meir. Á samkomuni hildu Dánjal Pauli Poulsen, sløkkiliðsleiðari og Bjarni Prior, borgarstjóri røðu har teir takkaðu Brynjálvi fyri trúgva tænstu og handaðu honum eina fráfaringargávu.

Brynjálvur verður 72ár í ár, nú hann er farin frá sum sløkkiliðsmaður.

Vága Kommuna vil við hesum takka Brynjálvi hjartaliga fyri trúgva tænastu øll hesi árini, har hann ósjálvsøkin hevur verið ein partur av sløkkiliðinum, ið rykkjur út í øllum veðri og støðum at hjálpa okkara borgarum.

Saknur verður í honum og hansara skemtiligu viðmerkingum.