Bygdafólkið heiðraði listamannin

Pol Og Albert

Pól Skarðenni, listamaður og Albert Ellefsen, virkandi borgarstjóri

27.07.2023

Listamaðurin Pól Skarðenni hevur í juli mánaði luttikið í kappingin Paint Out Norwich í Onglandi. Kappingin gekk út upp á at mála átta málningar í átta dagar, hvønn dag á ymiskum støðum, sum fyrireikararnir høvdu valt frammanundan.

Pól Skarðenni er kendur fyri at mála landslagsmálningar, og tað var eisini stílurin hann legði seg eftir at mála í kappingini. Og sigast má at dómararnir dámdu væl tað teir sóu. Tað vóru 100 listafólk sum luttóku í kappingini og Pól fekk eitt flott 2.pláss.

Mikumorgunin skipaðu bygdafólki í Vatnsoyrum fyri eini móttøku fyri Pól tá hann kom aftur í bygdina. Tórður og Selma sungu ein sang, og Albert Ellefsen, varaborgarstjóri var á gátt og umboðaði Vága kommunu, har hann bar eina heilsu til Pól frá borgarstjóranum og býráðnum.