Býráðið á virkisvitjan hjá Grant

Virkisvitjan

16.09.2021

Mikukvøldið var býráðið í Vága kommunu á virkisvitjan hjá Grant. Byrjað varð í virkisbygninginum í Miðvági har Jarnhold Nattestad, stjóri tók í móti og Jógvan Frederiksen vísti runt í hølunum og greiddi frá um framleiðsluni sum er har. Eftir hetta, varð farið til Vatnsoyrar har víst var runt í virkisbygninginum og greitt frá framleiðsluni, áðrenn Jarnhold Nattestad hevði ein framløgu um fyritøkuna fyri býráðnum.

Í framløguni varð komið inn á søguna við framleiðslu av vindeygum í Føroyum. Í dag er Grant fleiri samanlagdar fyritøkur, sum eru Vatnsoyra snikkaravirki, Føroya Gluggi og Aluplast, og verður søgan hjá øllum tikin við, so kann man til stutleika siga, at felagið nokk byrjaði heima við Gjónna í Miðvági í snikkaravirkinum sum tá var.

Hans Elmar Poulsen byrjaði Vatnsoyra snikkaravirki í 1968 og tað sum hevur eyðkent vindeyguni hjá Hans Elmar er spongin, ið er nýtt í vindeygunum, sum verður nevnd husmor og eru vindeyguni tí kend í dagligari talu sum husmorvindeygu. Eyðkenni við vindeygunum er, at tey kunnu koppast á, soleiðis at møguligt er at vaska báðar síður innanífrá.

Í 1990 keypti Vatnsoyra snikkaravirki Føroya Glugga í Miðvági, sum eisini framleiddi vindeygu, og í 2005 broytti fyritøkan navnið til H-dygd. Í 2018 verða Vatnsoyra snikkaravirki og Aluplast keypt og løgd saman, og navnið broytt til Grant.

Tó verða heitini Vatnsoyra snikkaravirki (VS) og Føroya Gluggi (FG) enn nýtt í fyritøkuni, tá tosað verður um kjarnuframleiðsluna hjá felagnum.

Framleiðslan í felagnum er fjølbroytt. Nýggja tøknin ger, at í dag verður stórur partur framleiddur eftir ynski hjá kundanum heldir enn hópframleiðsla í standard støddum. Vindeygu og hurðar verða framleidd úr plast, træ og alu, harumframt verður framleitt ymisk automatikk, fasadur, glasgirðingar og inniglas.

Onnur kjarnuøkir hjá felagnum eru eisini ymiskar tænastur, so sum eykalutir og tænastuavtalur. Ráðgeving er somuleiðis ein stórur partur av økinum hjá Grant, har ráðgivið verður arkitektum, endabrúkarum, myndugleikum og samstarvsfeløgum í víðari sølu.

Seinasta árið, hevur fyritøkan verið fyri stórum broytingum, deildir eru niðurlagdar og/ella fluttar, og framleiðslan er í dag øll samlað í Vatnsoyrum og í Miðvági. Nýggjar og spennandi ætlanir eru lagdar fyri felagið, við fokus á framleiðslu, vørumenning og at styrkja tænastudeildina.

Tað starvast í dag 37 fólk hjá Grant, og við ætlanunum sum eru fyri framman, eru útlit fyri, at talið á starvsfólkum kann økjast. Felagið hevur við sínum framleiðsluhátti og vørumerki fleiri enn 50 ára royndir á føroyska marknaðinum. Øll framleiðslan er í dag í Vágum og setir fyritøkan stórt virði í, at starvsfólkini eru í nærumhvørvinum, og at felagið er við til at geva aftur til samfelagið felagið virkar í.

Býráðið fegnaðist at hoyra um framtíðarætlanirnar hjá felagnum, og útlitini fyri vøkstri. Vatnsoyra snikkaravirki og Føroya Gluggi, hava verið millum góðu vørumerki hjá kommununi í nógv ár, og við tí framfýsni og dugnasemi fyritøkan hevur í sínum starvsfólki, kemur hetta vørumerki at standa enn sterkari.