Býráðið á virkisvitjan hjá Hiddenfjord

Atli Gregersen

Atli Gregersen bjóðar vælkomin

18.03.2021

Hiddenfjord hevur stóran týdning fyri Vága økið. Umframt at vera ein góður stuðul og viðleikari í lokal samfelagnum, so stendur Hiddenfjord aftanfyri stórt búskaparligt íkast til Vága kommunu, við sínum virksemi og einum starvsfólkahópi á gott 180 fólk, harav nógv av teimum hava bústað í kommununi, og er ein av stórstu fyritøkunum í Vágum.

Á fyrsta sinni, hevur býráðið hjá Vága kommunu verið á virkisvitjan hjá Hiddenfjord. Tað hevur týdning fyri býráðið at kenna til ymisku virkisøkini í kommununi.

Býráðið var væl mannað. Atli Gregersen bjóðaði vælkomin og greiddi frá um fyritøkuna, sum byrjaði í 1929, men eisini frá sínum upphavi í 1887, og tí stóru menning felagið hevur verið í gjøgnum. 

Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild.

Atli greiddi frá, at eitt av fremstu málunum hjá Hiddenfjord er, at felagið hevur stórt fokus á at ala í samljóði við náttúruna. Týdningurin av at ala í samljóði við náttúruna skal tryggja, at framtíðarmøguleikar ikki verða darvaðir av nútíðar virksemi. Nógv orka hjá Hiddenfjord verður løgd í menningararbeiði, eisini í vælveruna hjá laksinum, í allari tilgongdini frá smolt til tøku. Tað gevur úrslit í góðskuni á vøruni sum fer á marknaðin, sum eisini gevur afturljóð frá keyparunum, ið meta vøruna at vera í heimsflokki. 

Sum fyrsti alari í heiminum, er Hiddenfjord givin við at nýta flogflutning av laksavørum og hevur harvið minkað um CO2-útlátið av flutninginum til fjarðmarknaðir við 94%. Royndirnar hava víst, at hóast tað tekur longri tíð at levera vøruna á marknaðin, so heldur góðskan, samstundis sum útlátið í náttúrina minkar munandi.

Sølustjórin, Óli Hansen greiddi frá um framleiðsluna, flutnings og søluliðið hjá Hiddenfjord. Nógv verður gjørt burturúr, eisini í sølutilgongdini, við filmsbrotum at greiða keyparum frá allari gongdini frá framleiðslu til flutning. Stórur dentur verður lagdur á menning fyri, í mest møguligan mun at tryggja, at øll tilgongdin er burðardygg og fylgir visjónini hjá Hiddenfjord um at ala í samljóði við náttúruna.