26.01.2022
Vága kommuna samtykt at fara undir fleiri útstykkingar
Á býráðsfundinum týskvøldið, samtykti býráðið í Vága kommunu at fara undir útstykkingar í bæði Sandavági og Miðvági. Eftir ætlan verður útbjóðing at gera økini byggibúgvin boðin út um fáar vikur. Arbeiðið verður boðið út í innbodnari lisitatión millum arbeiðstakarar í kommununi. Talan verður bæði um grundstykkir til sethús, umframt at økir verða boðin út til alternativa bygging.
Arbeitt verður somuleiðis við at gera útbjóðingartilfar klárt til útstykking í Vatnsoyrum.
Nógv bygging er í gongd í Sandavági, har fleiri sethús eru í ger. Týskvøldið samtykti býráðið at fara undir at útstykkja 9 grundstykkir til sethús, og umleið 12 íbúðir. Økið talan er um, er millum vakstrarhúsið og býlingin norðuri í Sørpum, við góðum útsýni yvir bygdina og fjørðin.
Í Miðvági er eitt stórt øki sett av til bústaðir á Heiðatrøðni, niðanfyri býlingin Norðuri á Heiðum. Í fyrstu syfti er ætlanin at gera 13 grundstykkir til sethús, umframt 5 íbúðareindir. Hetta er afturat teimum 8 grundstykkinum sum eru gjørd byggiklár við Gudmundargøtu. Tey grundstykkini verða boðin út til tey sum standa á bíðilista, í næstum.