Á myndini: Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóri, James King, Area Director, United Kingdom and Northern Area, Bjarni Prior, borgarstjóri, Thomas H. Dam, Bretskur konsul og Iain Anderson, Regional Manager
15.09.2023
Umboð fyri Commonwealth War Graves Comission vóru í vikuni á vitjan í Vága kommunu. Endamálið við vitjanini var reglulig umsjón við grøvunum hjá teimum 14 hermonnunum sum liggja grivnir í hernaðarkirkjugarði í Miðvági, vanliga nevndur eingilsmannakirkjugarðurin.
Seinast umsjón varð gjørd av grøvunum var í 2017. Vanliga verður hetta gjørt 3-4 hvørt ár, men hesum forðaði farsóttin fyri, men nú var møguleikin aftur. Endamálið er at tryggja at gravirnar verða hildnar sambært krøvunum hjá Commonwealth War Graves Commission til hvussu gravir hjá hermonnum úr Commonwealth londunum skulu haldast. Tað finnast fleiri enn 20.000 støð í heiminum har hermenn sum doyðu í fyrra og seinna veraldarbardaga, liggja grivnir.
Umboðini fyri Commonwealth War Graves Commission sum vóru á vitjan eru James King, Area Director, United Kingdom and Northern Area og Iain Anderson, Regional Manager. Saman við Thomas H. Dam, Bretskur konsul í Føroyum og umboðum frá Vága kommunu, varð fyrst vitjað í eingilsmannakirkjugarðinum, og har lótu James og Iain sera væl at støðuni við grøvunum og at alt var væl hildið og sá pent út, sambært reglugerðini. Aftaná umsjónina, bjóðaði Bjarni Prior, borgarstjóri teimum ein frokost á Fiskastykkinum, har tosað varð um søguna hjá kirkjugarðinum og framtíðar samstarv millum Vága kommunu og Commonwealth War Graves Commission um viðlíkahald, og møguligari útbygging av lokala kirkjugarðinum í Miðvági.
Í alt eru fimm støð í Føroyum, har hermenn sum eru falnir undir seinna veraldarbardag liggja grivnir. Umframt í Miðvági, so eru gravir eisini í Tórshavn, Klaksvík, í Vági og á Tvøroyri.