10.02.2025
Arbeiðið við vatnveitingini í Miðvági er framvegis í gongd. Helvtin av húskunum eiga nú at hava fingið vatnið aftur.
Tá arbeitt varð við at tetta ein leka við Tvørgarðsveg, varð komið fram á ein annan leka. Hetta hevur kravt eykatilfar, sum kommunan ikki hevði liggjandi. Neyðugu deilirnar eru nú heintaðar, og væntandi fáa øll vatnið aftur um ein tíma.