24.02.2025
Arbeiðsfólk hjá kommununi hava arbeitt í alla nátt fyri at loysa trupulleikan við stóra vatnlekanum, sum varð funnin í gjár. Arbeiðið gekk betur enn væntað, og møguligt var at fáa eykalutir frá veitara vestur í nátt. Hetta gjørdi, at lekin nú er heilt tættur, og vatnið fyllist aftur í brunnarnar.
Vatnveitingin er nú aftur í rættlag, og borgarar hava aftur vatn í kranunum sum vanligt.