Dánjal Pauli verið sløkkiliðsmaður í 40 ár

Danjal Pauli 40 Ara Starvsdag Borgarstjorin

22.01.2025

Til árliga hugnakvøldið hjá sløkkiliðsmonnunum hjá Miðvágs- og Sandavágs sløkkiliði, inni á sløkkiliðsstøðini, varð Dánjal Pauli Poulsen, leiðari, heiðraður fyri at hava verið virkin í sløkkiliðinum í samfull 40 ár, harav seinastu 10 árini sum leiðari.

Dánjal Pauli byrjaði hjá sløkkiliðinum í Miðvági 1. januar 1985, einans 18 ára gamal. Longu í 1989 varð hann valdur til varaleiðara, ella næstformann, sum tað æt tá, og hann var varaleiðari øll árini, inntil hann í 2015 varð settur sum sløkkiliðsleiðari fyri Miðvágs- og Sandavágs sløkkilið.

Heiðranin fór fram, tá sløkkiliðsmenn hjá Miðvágs- og Sandavágs sløkkiliði hildu sín árliga jólafrokost, har starvsfelagarnir hjá Dánjal Paula kundu heiðra og takka honum fyri hansara trúfasta og týdningarmikla arbeiði ígjøgnum øll hesi árini. Kvøldið bar brá av góðum práti millum sløkkiliðsmenninar, har bæði fortíðin og framtíðin hjá sløkkiliðinum í Vága kommunu stóðu í miðdeplinum.

Bjarni Prior, borgarstjóri, sum eisini er sløkkiliðsmaður, segði nøkur orð vegna kommununa, og sum tøkk fyri hansara tænastu handaði hann Dánjal Paula eina gávu.

Sløkkiliðsleiðarin hevur ígjøgnum síni 40 ár verið ein drívmegi í menningini av virkseminum, bæði tá ið tað kemur til nýggja útgerð og í menningini av førleikunum hjá sløkkiliðsfólkunum. Hann hevur verið við til at tryggja, at sløkkiliðið er væl fyrireikað at taka sær av teimum avbjóðingum, ið stinga seg upp.

Kommunan er sanniliga heppin at hava ein sum Dánjal Paula á sínum liði. Vegna borgararnar í Vága kommunu skal ein stór tøkk ljóða til hansara fyri megnararbeiði. Hetta er eitt starv, ið ikki bara krevur styrki og dirvi, men eisini kann hava tungar løtur við sær.