13.09.2021
Á býráðsfundinum 31. august legði borgarstjórin uppskot fyri býráðið um at áleggja eitt depositum á kr. 20.000,-, tá gravi- og byggiloyvi verða útskrivað.
Hetta depositum er fyri at dekkað møguligar útreiðslur, sum kommunan kann fáa av at umvæla møguligar skaðar á veg, kantsteinar o.a., sum kunnu verða gjørdir í sambandi við arbeiði við útgrevstri ella bygging.
Um skaði er gjørdur, ið kostar meir enn kr. 20.000,-, verður rokning send fyri írestandi upphæddina.
Um ongin skaði er hendir tá byggingin er liðug, fær ánarin peningin goldnan aftur.
Býráðið samtykti at fylgja uppskotinum hjá borgarstjóranum.