Drotningavitjanin í Vágum

Vitjan Í 1959

Myndin er frá Kongsvitjanini í 1959 og er at finna millum nógvar aðrar myndir á Facebooksíðuni Gamlar myndir úr Miðvági

13.07.2021

Sum øllum kunnugt kemur Hennara Hátign Drotningin á almenna vitjan í Føroyum í døgunum 15. til 19. juli. Sum partur av almennu vitjanini, verður vitjað á Zarepta í Vatnsoyrum. Bjarni Prior, borgarstjóri er vertur fyri vitjanini í Vága kommunu.

Drotningin kemur til Vatnsoyrar seinnapartin leygardagin kl. 15.20, har borgarstjórin tekur ímóti uttanfyri Zarepta og presenterar býráðið í Vága kommunu. Síðan presenterar borgarstjórin leiðsluparið á Zarepta, og greiða tey frá søguni um Zarepta og tí virksemi sum er í húsinum.

Í samband við at tað í oktober eru liðin 100 ár síðan fyrstu fólkini búsettu seg á Vatnsoyrum, ger Vága kommuna eitt miðstaðarøki í bygdini. Ætlanin var, at Hennara Háting skuldi avdúka miðstaðarøkið í samband við vitjanina, men seinkingar við levering av tilfari hava ført við sær, at tann parturin tíverri er avlýstur. Ístaðin verður hátíðarhald í Vatnsoyrum 20. oktober, sum er 100 ára dagurin fyri fyrstu búsetingarnar har.

Á síni fyrstu vitjan í Føroyum í 1959, sum krúnprinsessa, var drotningin á Gamla Hotel - Magneta í Miðvági saman við foreldrunum. Borgarstjórin verður vertur fyri døgurða fyri innbodnum á Gamla Hotel leygarkvøldið kl. 19.00.

Í 1959 var millum annað fari út á altanina at heilsa uppá fólkið sum var komið saman, og ynski er at endurskapa hesa myndina, og tí fer drotningin út á altanina aftaná døgurðan at heilsa uppá tey sum møta upp. Mint verður á almennu tilmælini um at halda frástøðu.