Eitt serligt høvi at menna framtíðar vinnuøki í Vága kommunu

Vid Tjordn

03.10.2024

Við hesum útbjóðingarskrivinum bjóðar Vága kommuna út eitt serstakt grundøki til handils- og skrivstovuvirksemi. Økið er staðsett á eini framúr góðari staðseting og bjóðar spennandi møguleikar fyri menning av virksemi í økinum. Grundøkið verður sundubýtt frá matr.nr 104c í Miðvági og fær egið matr.nr, sum verður  uml. 5.809 m², og verður selt við tí endamáli at byggja eitt vinnuligt øki, har niðasta hæddin er ætlað til handilsvirksemi og lofts hæddin til skrivstovur og líknandi virksemi.

Møguleikar fyri bygging Galdandi fyri øki er serstøk byggisamtykt A2 sum millum annað ásetur at netto nýtingarstigið ikki kann fara uppum 0,5. Hetta gevur tær møguleikan at menna eitt øki, sum bæði rúmar handilsligari nýtslu og skrivstovu virksemið, og samstundis tryggjar, at tað fellur væl inn í tað umhvørvi, sum Vága kommuna ynskir at menna í økinum.

Hvussu verður boðið út? Fyri søluna er kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av kommunalari fastogn galdandi. Vága kommuna tilskilar sær rætt at havna øllum tilboðum, eitt nú – men ikki einans – um kommunan metir innkomnu boðini vera ov langt frá kommunala ynskinum fyri økið, ella um tilboð eftir meting kommununnar í aðrar mátar ikki lýkur krøvini í útbjóðingartilfarinum í nøktandi mun. Sama er, um tilboð verður mett órealistiskt, ella mett verður, at tilboðsgevari ikki megnar uppgávuna. Tá mett verður um, hvørjum tilboði takast skal av, verður atlit tikið til, um skipanin av økinum uppfyllir ásettu krøv til byggi- og nýtslustig, parkering, vegir og fríøki, umframt hvussu skipanin av skrivstovu- ella handilshølum er loyst. Um tú ynskir at leggja inn eitt tilboð, skalt tú fylgja hesum treytum:

 

  1. Váttan frá peningastovni: Ein váttan, ið vísir, at tilboðsgevari hevur fíggjarliga orku til at keypa økið.
  2. Verkætlanaruppskot: Tekningar og frágreiðingar, sum lýsa byggilistarlig hugskot, fríøki, skrivstovu- ella handilshøli, parkering, o.a.
  3. Frágreiðing av toymi: Upplýsingar um, hvørjir ráðgevarar og arbeiðstakarar eru við í verkætlanini, og hvussu tú ætlar at fremja verkætlanina.

 

Fyrimunir við hesi verkætlan Byggingin er ikki bara ein spennandi møguleiki at skapa eitt livandi handilsøki, men eisini ein lyklapartur av at menna vinnulívið í Vága kommunu. Tá tilboðini verða viðgjørd, verður mett út frá fleiri viðurskiftum, eitt nú skipan av fríøki, vegir, parkering og hvussu handilsøkið er skipað. Kommunan leggur dent á, at verkætlanin skal hóska til staðbundnu umstøðurnar, bæði viðvíkjandi byggilist, staðseting og tí heildarmynd, sum byggingin fer at hava.

Tíðarætlan og treytir Sambært ætlanini skal grundøkið verða klárt at avhenda í næsta ársfjórðingi av 2025. Her eftir kann byggingin byrja. Treytir verða settar um, at keypari fremur verkætlanina innan eina ávísa tíð. Vága kommuna setir eitt forboð móti, at keypari selur økið víðari, áðrenn byggingin er fullførd. Kommunan hevur eisini rætt til at keypa økið aftur, um byggingin ikki er byrjað innan ásettu freistina.

Frágreiðing og innlating av tilboðum Økið verður selt fyri ein fastan prís á kr. 1.858.880 u/mvg umframt onnur møgulig gjøld. Tilboðið skal latast inn talgilt á vaga@vaga.fo í seinasta lagi 29. oktober 2024 kl. 13.00. Allar neyðugar upplýsingar um tilboðið skulu vera við, soleiðis at kommunan kann meta um, hvørt boðið lýkur treytirnar í útbjóðingarskrivinum. Fyrispurningar viðvíkjandi útbjóðingini kunnu sendast skrivliga til somu teldupost adressu, í seinasta lagi 24.10.2024.

Hví taka lut? Hetta er ein einstakur møguleiki at seta tín dám á eitt øki, sum í framtíðini verður ein týdningarmikil partur av vinnulívinum í Vága kommunu. Við at taka lut í hesum útboði, hevur tú møguleikan at skapa eitt nútímans og virkið øki, sum fer at stuðla undir handils- og skrivstovulívið í økinum. Vága kommuna arbeiðir miðvíst fyri, at nýggja byggingin verður væl skipað og tekur atlit til bæði vinnulig og umhvørvislig krøv, sum skulu tryggja, at økið verður ein trygg og burðardygg íløga fyri framtíðina.