Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti heldur flaggrøðuna

Elin Hedinsdottir Joensen

22.04.2023

Týsdagin 25. apríl kl. 16.00 verður flaggdagshald í ítróttarhøllini á Giljanesi.

Sum vant, verður skrúðgonga úr Miðvági og Sandavági inn á Giljanes.
Byrjað verður at ganga frá bygdaskúlanum í Miðvági kl. 15.40, og frá Virkishúsinum við ánna í Sandavági kl. 15.40.

Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri skrúðgonguni.
Vónandi møta ítróttarfeløg og onnur fjølment til skrúðgonguna.

Í høllini bjóðar borgarstjórin, Bjarni Prior, vælkomin. Elin Heðinsdóttir Joensen, ÍSF forseti, heldur flaggrøðuna og Sørvágs tónleikarafelag spælir.

Kvøldskúlaframsýning verður eisini  flaggdagin.

Vevingin sýnir fram í Gamla skúla í Sandavági. Hinar lærugreinarnar sýna fram í fimleikahøllini á Giljanesi.

Framsýningarnar hava opið frá kl. 15.00 til kl. 18.30.

Aftaná flaggdagshaldið syngur Vágakórið, og gittarnæmingar hjá Holgari Jacobsen framføra.

Skótarnir selja kaffi/te, vaflur og køku.