29.06.2022
Eftir tógvi stríð, eydnaðist tað borgarum, kommununum í Vágum, politikarum úr oynni við fleiri, at fáa bygt eitt ellis- og røktarheim í Vágum. Prýðiligi bygningurin stóð liðugur 2. juli 1972, og eru tað tískil 50 ár síðan hann varð tikin í nýtslu.
Tað er navnframi arkitekturin J. P. Gregoriussen, sum hevur sniðgivið hesa arkitektonisku perlu, og stendur bygningurin nú eftir sum ein varði millum onnur arkitektonisk og eyðkend bygningsverk.
Hesi 50 árini eru tað nógv sum hava havt ellisheimið sum sítt heim, og man hvørt mansbarn í Vágum á ein ella annað hátt havt og hava eitt tilknýti til ellisheimið, sum avvarðandi.
Í samband við 50 ára dagin, verður hátíðarhald á Ellisheiminum á Sýnini leygardagin 2. juli 2022. Frá kl. 13.00 til kl. 17.00 verður opið hús og almenn móttøka verður frá kl. 14.00.
Møguleiki verður at ganga runt á heiminum, vitja búeindirnar og síggja hvussu alt sær út aftaná stóru umbyggingina sum er farin fram seinastu árini.
Til móttøkuna verður tað Jóngerð Martinsdóttir Nielsen, stjóri fyri Vesturvón sum bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð. Síðani kemur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu og stýrisforkvinna, at flyta fram røðu og Vágakórið syngur nakrar sangir. Til seinast fer Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum at flyta fram røðu.
Øll eru hjartaliga vælkomin.