Tálgin kann millum annað verða brúkt til nýggjársljós
04.10.2024
Í samband við slaktið, er upplatingartíðin á umhvørvisplássinum broytt. Hesar upplatingartíðirnar eru galdandi fyri allan oktober. Hetta veður gjørt so tað er so ómakaleyst sum gjørligt hjá teimum sum fletta, at sleppa av við alt burturkastið á rættan hátt, og fyri at umganga at tað skal verða neyðugt at tað verður grivið niður, lati út í áir ella lagt aðrastaðni í náttúruni har rotta lætt kann koma til og nørast. Tað finnast hópin av vegleiðingum til hvussu avroð verður burturbeint á rættan hátt og hvussu tað eisini kann gagnnýtast av øðrum, so sum mest kemur burturúr tilfeinginum frá seyði.
Leygardag frá kl. 14.00 til kl. 22.00
Mánadag frá kl. 18.00 til kl. 22.00
Týsdag til fríggjadag frá kl. 16.00 til kl. 18.00
IRF hevur góðar vegleiðingar tá burturkast av leivdum frá fletting verður latið inn á umhvørvisplássið.
Tálg
Hava tit ikki sjálvi tørv á tálgini, kunnu tit lata hana til onnur. Sum dømi kann nevnast Tálgaverk í Vága kommunu, sum aftur í ár tekur ímóti tálg. Fyri at gagnnýta tálgina er umráðandi, at hon verður køld beinanvegin, og um hon verður skola, lata vatnið renna frá áðrenn hon verður latin Tálgaverk. Tálgaverk tekur ikki ímóti øðrum avroði enn reinari tálg. Les meira her um hvussu tálgin eigur at verða handfarin áðrenn hon verður latin inn. Tálgin kann latast inn á Umhvørvisplássið í Vága kommunu ella uttanfyri Trolhúsið inni á keiini í Miðvági har Tálgaverk heldir til.
Seyðaskinn
Eitt tað mest dálkandi at brenna hjá IRF eru seyðaskinn. Av hesi orsøk verður heitt á fólk at lata seyðaskinn til endurnýtslu.
Í løtuni er tað bert Oikos, sum er góðkendur móttakari av seyðaskinnum í Føroyum. Um tit ætla at lata tykkara skinn til Oikos, er tað sera umráðandi, at tit fylgja krøvunum frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni hesum viðvíkjandi. Les meira her.
Búnaðarstovan hevur skipanina viðvíkjandi stuðli til seyðaskinn um hendi. Tak niður reglugerð fyri veiting av stuðulsjáttan til føroysk seyðaskinn.
Fyri at Oikos kann gagnnýta skinnini er tað sera týdningarmikið, at skinnini verða væl køld niður beint eftir flettingina, og at ansa verður eftir, at roðin ikki tornar.
Vegleiðingin frá IRF
Her ber til at lesa um hvussu verður burturbeint á rættan hátt.