Ferðslan í Sandavági leygardagin 13. juli

12.07.2024

Í samband við kappróðurin á Vestanstevnu, verður einvegis ferðsla frá kl. 12.00 til 19.00 eftir Hammershaimbsvegi, frá miðstaðarøkinum og út á bakka í Sandavági. Einans bilar við kappróðrabátum sleppa út um Miðstaðarøkið.

Úti á bø/Onundarvegur verða einsrættaðir út úr bygdini. 

Eisini vilja vit heita á bila eigarar Úti á bø og á Onundarvegi, sum hava pláss, at parkera bilin inni á egnum øki.