01.07.2024
Eftir at Albert Thomassen, fíggjarleiðari í Vága kommunu boðaði frá, at hann eftir 33 ár í starvi, velur at fara frá á nýggjárinum, hevur verið søkt eftir einum nýggjum fíggjarleiðara at taka við eftir Albert.
Ein samd fíggjarnevnd mælti til, at seta Fíu Selmu Nielsen sum næsta fíggjarleiðara hjá Vága kommunu. Fía Selma er 38 ára gomul og fakliga er hon sera væl fyri. Hon hevur tikið HD-útbúgving í roknskapi og fíggjarstýring á Aarhus Universiteti í 2011. Umframt eina akademi útbúgving í fíggjarligari ráðgeving á Niels Brock í 2009 og fíggjarútbúgving frá Finanssektorens Uddannelssenter í 2006.
Harafturat hevur Fía Selma drúgvar starvsroyndir úr fíggjarheiminum. Hon kemur úr einum starvi hjá Betri Banka, har hon seinastu 12 árini hevur verið leiðari við starvsfólka- og rakstrarábyrgd. Í hesum sambandi hevur hon eisini verið partur av leiðslubólkinum í bankanum síðani 2019.
Somuleiðis er Fía Selma virkin í sjálvbodnum arbeiði, t.d í hondbólti hjá SÍF, er kassameistari í Dalahaga, og er venjari í hondbólti. Fía Selma Nielsen hevur áður havt aðrar ábyrgdir, t.d. sum bókhaldari hjá Landsfelag Pensjónista.
Fía Selma byrjar í starvinum hósdagin 15. august 2024.