17.11.2021
Bara seinastu dagarnar, eru tvær heiðurslønir og viðurkenningar givnar vinnulívi og sjálvbodnum átaki í kommununi.
Fyri Vága kommunu, hevur tað sera stóran týdning, at vit hava vinnulív og borgarar sum bróta upp úr nýggjum, sum síggja møguleikar í kommununi og so handla út frá teimum møguleikunum, og at kommunan er við til at stuðla slíkar verkætlanir so væl sum gjørligt.
Vit hava vita tað leingi, og hava reypa okkum av tí, men nú er tað staðfest í Faroe Best 2021, føroyska útgávan av Den Danske Spiseguide, at Fiskastykkið er besta miðmáli stað í Føroyum. Hinar matstovurnar, ið vóru tilnevndar í sama flokki, vóru Bitin í Tórshavn og Munkastova umborð á Norrønu. Harafturat hevur Fiskastykkið fingið viðurkenningina Knívur og Gaffil, ið verður givin fyri áhugaverdan køk við góðum prísstøði á mati og drekka.
Tit á Fiskastykkinum hava megna, at skapt eitt stað, við at flyta okkara siðsøgu fram í nútíðina, gagnnýta tilfeingið sum er rundan um okkum burðardygt og ment eitt stað fyri ferðavinnuna, men ikki minst fyri okkara borgarar at njóta í framtíðini.
Á umhvørvisvikuni hjá Vága kommunu í 2020, legði Sóley Kerlok fram verkætlan um at samla tálg inn, sum annars fór burtur, at gagnnýta sum brennievni í nýggjársblikkum.
Vága kommuna sá stórt virði í hesi umhvørvisverkætlan, og valdi at stuðla verkætlanini við útgerð og hølum. Síðan tá, hava sjálvbodnir borgarar í kommununi staði fyri hesari verkætlan, sum fyri nøkrum døgum síðan fekk viðurkenning fyri stóra arbeiðið umhvørvinum at frama. Filmsbrot um Tálgaverk kann síggjast her.
Vegna Vága kommunu, vil eg sum borgarstjóri, siga hjartans tøkk og til lukku við uppibornu viðurkenningunum tit á Fiskastykkinum og Tálgaverk hava fingið. Saman við nógvum øðrum borgarum, átøkum, verkætlanum og vinnulívi í kommununi, eru tit við til at menna okkum og gera tað stuttligari at búgva her í Vága kommunu.
Bjarni Prior
borgarstjóri