Flaggdagshald á Giljanesi í dag kl. 15.00

Mynd1

25.04.2025

Í dag kl. 15.00 verður flaggdagshald á Giljanesi,.

Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri skrúðgongu úr Miðvági og Sandavági. Byrjað verður at ganga:

  • úr Miðvági kl. 14.30 frá bygdaskúlanum
  • úr Sandavági kl. 14.45 frá Virkishúsinum við Ánna

Inni á Giljanesi spælir Sørvágs Tónleikarafelag, og Ester Poulsen, skúlastjóri, bjóðar vælkomin. Jóan Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur heldur flaggrøðuna.

Aftaná flaggdagshaldið fara skótarnir at selja kaffi, te, sunkist og vaflur.

Í hesum fagra veðrinum og sólskininum í dag, møta vónandi fleiri ítróttarfeløg og onnur fjølment til skrúðgonguna og inni í høllini á Giljanesi at fagna Merkið. Tað er í ár liðin 85 ár síðani bretska stjórnin formliga viðurkendi Merkið.