Fleiri fáa lut í systkinafrádráttinum

Barnafagnaður

23.12.2020

Á ársins seinasta, og síðsta, býráðsfundi hjá sitandi býráð, varð eftir áheitan frá borgarstjóranum, gjørdar smærri broytingar í reglugerðini fyri foreldragjald.

Broytingin umfatar systkinafrádrátt og gevur við hesum broytingum fleiri møguleikan fyri, at fáa frádrátt – eisini stjúksystkin.

Reglugerðin sigur nú, at systkin eru:

  • Lívfrøðilig systkin, ið bæði búgva hjá antin faðir ella móðir, ið hevur foreldramyndugleikan.
  • Ættleidd systkin, stjúksystkin, ið hava sama bústað sambært fólkayvirlitinum.

Til tess at fáa systkinaavsláttur skal barnið búgva í Vága kommunu.

Búgva foreldrini ikki saman, men hava felags foreldramyndugleika, verður barnið roknað sum systkin, har barnið býr sambært fólkayvirlitinum, sama hvørt barnið býr javnt nógv hjá báðum foreldrum.

Reglurnar fata um børn, ið ganga í barnagarði og í frítíðarskúla sambært dagstovnalógini.

Býráðið einmælt samtykti at broyta reglugerðina, og er hon nú dagførd á heimasíðuni hjá Vága kommunu.