20.10.2022
Atkvøðugreiðslan fer fram í Ítróttarhøllin á Giljanesi og byrjar: kl. 09.00 fyrrapart og heldur fram til kl.20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
BRÆVATKVØÐUR: Veljarar í Vága kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við fríggjadagin 28.oktober 2022 kl. 15.00.
VELJA HEIMA: Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin 28.10.2022, við at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 344400 í seinasta lagi hósdagin 27. oktober 2022 kl. 15.00.
VALKORT: Við hesum verður gjørt kunnugt, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram mánadagin 31. oktober 2022, verða valkort send øllum veljarum í kommununi. Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni (tlf. 344400) frá í seinasta lagi hósdagin 27. oktober 2022. Mint verður á, at valkortið eigur at verða við, tá møtt verður á valstaðnum. Sandavágur tann 14. oktober 2022