08.08.2024
Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mánadagin 12. august 2024 kl. 1530
Møtt verður á gamla vegnum móti Oyragjógv, norðanfyri landsvegin við Vágatunnilin.
Til viðgerðar: Umsókn frá P/F Luna um loyvi at gera tøkuøki niðri við fjøruna sunnanfyri Viðargjógv í Dalhaga, bøta um gamla vegin omanfyri Fútakletti, og gera veg víðari suðureftir omanfyri fjøruna gjøgnum Sundshaga og Dalhaga í Sandavágs markatalsbygd.
Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.
Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing).
Umrøðan má í seinasta lagi vera sýslumanninum í hendi fundardagin.
Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður