07.09.2020
Nýggj tilmæli viðvíkjandi dagstovnaøkinum frá mánadegnum 7. september.
Nú tamarhald tykist verða á Koronu smittubreiðsluni í Føroyum, verða viðurskiftini á dagstovnaøkinum aftur normaliserað. Eftir at hava ráðført okkum við Koronaráðgevingina eru nýggju tilmælini, at børn og vaksin frítt kunnu flyta seg inni á dagstovnum. Hetta merkir at nú verður gerandisdagurin eins vanligur, sum hann var áðrenn korona. Mælt verður til, at almennu tilmælini um reinføri verða fylgd.
Um starvsfólk koma heim úr útlondum, so verður framvegis mett, at tey skulu kunnu vísa á eina negativa koronatest, áðrenn tey koma til arbeiðis.
Vísir tað seg at støðan í landinum aftur broytist, og smitta verður staðfest, so verður tað kunnað út frá umsitingini beinanvegin.