Freistin at søkja er 1. apríl 2021

Skrivstovan

10.03.2021

Á býráðsfundi 2. mars 2021 varð avgjørt, at gera broytingar í reglugerðini fyri viðgerð og avgreiðslu av umsóknum til kommununa um fíggjarligan stuðul frá feløgum og enstaklingum til mentan og ítrótt.

Samtykt varð at seta inn sum nýggja § 1 “Stuðul sambært hesi reglugerð verður latin tvær ferðir árliga. Umsóknir skulu verða kommununi í hendi skrivliga innan 1. mars og 1. september”. Og til § 8 verður lagt afturat, “harafturat skal ein kostnaðarmeting fyriliggja”. Samstundis verður § 9, stk 5. strikað.

Mentunar- og trivnaðarnevndin hevur á fundi 9. mars 2021 gjørt av, at freistin fyri umsóknir, sum var 1. mars, er útsett til at vera 1. apríl 2021. Umsóknir, ið koma inn eftir 1. apríl 2021, verða fyrst viðgjørdar eftir 1. september 2021.

Reglugerðin kann lesast her.