19.02.2025
Freistin fyri at søkja stuðul til mentanar- og frítíðarvirksemi fyri fyrru hálvu av 2025 er 1. mars 2025.
Á býráðsfundi 2. mars 2021 varð gjørt av, at gera broytingar í reglugerðini fyri viðgerð og avgreiðslu av umsóknum til kommununa, um fíggjarligan stuðul frá feløgum og einstaklingum til mentan og ítrótt.
Samtykt varð, at seta inn sum nýggja § 1 “Stuðul sambært hesi reglugerð verður latin tvær ferðir árliga. Umsóknir skulu verða kommununi í hendi skrivliga innan 1. mars og 1. september”. Og til § 8 er lagt afturat, “harafturat skal ein kostnaðarmeting fyriliggja”.
Umsóknir, ið koma inn eftir 1. mars 2025, verða fyrst viðgjørdar eftir 1. september 2025.
Reglugerðin kann lesast her.
Søkjast skal ígjøgnum Vangan. Tað kann gerast við at klikkja her.