09.03.2021
Fyri at tryggja rætta tørvin á grundstykkjum, er reglugerðin fyri bíðilista til grundstykki í Vága kommunu broytt. Millum broytingarnar eru, at um takkað verður nei tríggjar ferðir til grundstykki, verður umsøkjarin fluttur aftast á listan. Somuleiðis verður samb. § 3 kravt depositum á kr. 10.000,- fyri at koma á bíðilistan. Depositumið verður mótroknað keypinum av grundstykkið ella endurgoldið, um umsøkjarin velur at fara av listanum.
Tá borgari hevur skrivað seg upp til grundstykki, sendir Vága kommuna rokning fyri depositum. Fyrst tá váttan er fingin fyri at depositum er goldið, verður borgarin settur á bíðilistan til grundstykki.
Tey sum longu standa á bíðilista til grundstykki, hava fingið bræv frá Vága kommunu, freistin at gjalda var 1. mars 2021, men tað er avgjørt at útseta freistina til 1. apríl 2021.
Tey, ið ikki hava goldið innan 1. apríl 2021, verða strikaði av bíðilistanum.
Reglugerðin kann heintast her.