19.06.2023
Vestanstevnan nærkast, og í ár verður hon hildin í Miðvági vikuskiftið 14. til 16. juli 2023. Sum siður er, koma nógvir stevnugestir á vitjan og tá kappróðurin er leygardagin 15. juli eru somuleiðis nógvir bátar, viðfestivognar og annað, sum hevur tørv á góðum plássi, ímeðan kappróðurin er. Vága kommuna er farin í gongd við at fyrireika økið, og í hesum sambandi, verður heitt á fólk sum eiga ognir á økinum um at fáa rudda sínar ognir burtur í seinasta lagi mánadagin 26. juni 2023.
Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Vága kommunu um økið. Øll onnur, enn tey við eini avtalu, eiga at rudda burtur alt tilfar, tað veri seg akfør, viðfestivognar, bátavognar, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd. Er tilfarið ikki burturflutt mánadagin 26. juni 2023, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.