Mynd: Ungdómsráðið í Vága kommunu. Búi Falkvard Nielsen og Markus Svabo Samuelsen vanta á myndini.
15.06.2023
Á seinasta býráðsfundi hjá Vága kommunu fyri summarsteðgin, samtykti býráðið einmælt, at frá 1. januar 2024 verður frítíðarkort givið til børn og ung í kommununi. Hetta er ikki eitt nýtt mál, men hevur javnan verið til viðgerðar í politisku skipanini.
Fyrr í ár, varð eitt ungdómsráð fyri Vága kommunu sett á stovn. Tey avgjørdu skjótt at seta nøkur mál á skrá sum tey ynsktu at arbeiða við. Tey hava havt fund við borgarstjóran, har tey millum annað nevndu møguleikan at kommunan átti bjóða børnum og ungum eitt frítíðarkort. Borgarstjórin heitti á ungdómsráðið, um at koma við einum tilmæli til býráðið at taka støðu til.
Ungdómsráðið hevur kannað tørvin, og er komið við einum tilmæli um, at børn og ung í kommununi hava tørv á einum frítíðarkorti at brúka til ymisk limagjøld hjá frítíðar- og ítróttarfeløgum. Tað finnast uml. 18 frítíðar- og ítróttarítriv í kommununi, og tað kann vera sera kostnaðarmikið hjá familjum, um børnini ynskja at ganga til fleiri ymisk ítriv.
- Kortið ferð at hjálpa samfelagnum við nógvum, t.d at hava ein meira sunnan og góðan lívsstíl, og at hava eitt sosialt umhvørvi og ikki minst at hjálpa tilflytarum at føla seg heima og vælkomnan í Vága kommunu, sigur ungdómsráðið.
Í tilmælinum vísir ungdómsráðið eisini á, at tað er gransking sum sigur at børn og ung røra seg ov lítið, at ov nógv tíð verður brúkt uppá at hyggja í skerm heldir enn at vera virkin í frítíðar- og ítróttarvirksemi, sum aftur ger, at børn og ung gerast minni sosial. Hesum ynskir býráðið at fyribyrgja, og málið varð lagt fyri býráðið sum tók tilmælið frá ungdómsráðnum til eftirtektar, og hevur einmælt samtykt at frítíðarkort verður sett í gildi frá 1. januar 2024.
Aldursbólkar og upphædd er ikki sett á kortið, men umsitingin fer nú at fyrireika uppskot til býráðið at taka støðu til í samband við fíggjarlógararbeiðið í heyst.