Fundur við jarðeigarar og festarar í Vágum og Mykinesi 5. november

Fjallavatn Og Víkar

27.10.2020

Í sambandi við arbeiðið at gera ferðavinnustrategi og menningarætlan fyri Vágar og Mykines, verður fundur við allar eigarar og festarar í Vágum og í Mykinesi.

hóskvøldið 5. november kl. 19.30 i skúlanum i Sørvági

Á fundinum fer verkætlanarleiðarin at kunna um verkætlanina og eisini kemur John Mortensen frá Sp/f Jarðir at kunna um felagið, sum Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya hava stovnað.

Endamálið við fundinum er at fáa íkast frá og prát við eigarar og festarar í økinum um gongd í haga í sambandi við ferðavinnu.

Orsakað av Korona er neyðugt at tilmelda seg í seinasta lagi á middegi sama dag.

Tilmelding til teldupost oda@ferdavinna.fo ella umvegis leinkjuna her

Visitvagar, Vága kommuna og Sørvágs kommuna