Fyrsta útgáva av bókini um bátasmíð í Sandavági er nærum útseld

Bokin Batabygging Nastan Utseld

17.08.2023

Tí er bókin “Føroyski báturin - Bátur og bátasmíð” endurprentað. Og bøkurnar eru komnar til Sandavágs. Vit eru ovfarin av undirtøkuni og gravganginum eftir bókini.

Bátasmíð og bókaprát í Steigartúni

Fríggjadagin, frá klokkan 14:00, verður bátaprát við Terja R. Jakobsen, bátasmiðin í Steigartúni. Um gongdina at smíða 5-mannafarið, og hvat er eftir at gera.

Fríggjadagin vera eisini í Steigartúni, Heini og Jan Erik, rithøvundarnir á bókini “Føroyski báturin - Bátur og bátasmíð”. Bókin verður til keyps á staðnum, og møguleiki er at fáa bøkur signeraðar, ið ikki eru tað.

Heini og Jan Erik hava eisini skipað fyri teimum 14 vælumtóktu plakatunum, sum eru í Steigartúni.

Bókin fæst til keyps í hesum handlum:

Bartalsstova/Samkeyp í Sandavági.

Fiskastykkið/Úti á Gjógv í Sandavági.

Gamli Bókhandil (HNJ) í Havn.

Rit & Rák í SMS í Havn.

Bókabúðin í Saltangará.

Alfa bókhandil í Klaksvík.

Heimildarfilmur um bátasmíð

Rás Vágar vitjar javnan í Steigartúni til upptøkur. Tað verður spennandi at síggja í heyst, hvat hesir báðir úrmælingarnir, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg, hava fingið í “kassan” til heimildarfilmin um bátasmíð. Livst so spyrst.

Báturin er til sølu

Báturin verður settur til sølu, tá hann er liðugt smíðaður. Støddin er 5. mannafar. Við fylgja 4 árar og róður. Báturin er somu stødd, sum Kiwanis-báturin, ið lutaður varð burtur á ólavsøku 2023. Áhugað kunnu ringja til Dagbjørn Hansen á fartlf. 787477

Sandavágs Fornminnafelag og Sandavágs Bygdarsavn