Gávan til Hennara Hátign Drotningina

MG 0273

18.07.2021

Gávan sum varð givin til H. H. Drotningina var ein hálsketa og oyrnaringar, evnað til úr horni, og eitur Sólja. Gávan er felagsgáva frá Vága kommunu og Sørvágs kommunu.

ALIA GURLI (Gurli S. Joensen) hevur sniðgivið og framleitt smykkuna. ALIA GURLI  framleiðir einfaldar hondgjørdar smúkkur. Smúkkurnar eru gjørdar við tí fyri eyga at gagnnýta føroyska seyðahorni til fulnar.

Íblásturin til gávuna kemur frá sóljuni. Tá Gurli fekk uppgávuna, stóðu sóljurnar í fagrasta blóma. Sóljan er einkul og vøkur, og tá tú hyggur at sóljuni síggja øll bløðini út til at vera eins, men hyggur tú eftir bløðunum hvør ísær er hvørt blað einstakt.

Hálsketan er samansett av føroyskum veðrahorni, formað sum sóljubløð, eingin bløð eru eins og summi løgd við blaðgull.