Gerandis hetjurnar – kavaruddararnir

Kavarudding

16.12.2022

Nógvi kavin sum hevur lagt seg í kvøld, gevur avbjóðingar í ferðsluni. Okkara menn hava grivið í allan dag, men nú í kvøld rýkur so illa og nógvi kavin sum kemur niður, legst aftur beinanvegin har teir hava grivið, so teir góvust við kavaruddingini kl. 20 í kvøld. Nú eru teir farnir at hvíla seg og seta seg í aftur maskinurnar og byrja at grava kl. 5 í morgin árini.

Tað eru vánalig koyrilíkindi í kvøld, tí verður heitt á fólk um at koyra minst møguligt. Kavaruddararnir hjá okkum hava eittans jólaynski, og tað er at bilar ikki verða stillaðir soleiðis at tað forðar fyri kavaruddingini í morgin árini.