Góðu borgarar, avvarðandi og starvsfólk á Vesturvón

Vesturvon

23.12.2020

Vit á Vesturvón, vilja ynskja tykkum øllum, eini góð og hugnalig jól og eitt av Harranum signað nýttar, við tøkk fyri farna ár.

2020 hevur givið okkum avbjóðingar vit ikki eru harrar yvir, men við tykkara tolni, ábyrgdarkenslu, og forstáilsi hevur tað eydnast okkum øllum higartil, - at halda korona smittuni burtur, og tað fegnast vit um.

Tankarnir fara serliga til okkara búfólk á Sýnini og aldrandi heimabúgvandi borgaran, sum fær tænastu frá okkum. 

Tit skulu enn einaferð, í langa lívi tykkara, innstilla tykkum til broyttu liviumstøðurnar. Tykkara søga, vísir okkum, at avbjóðingarnar vit standa í, í løtuni, eru fyri tykkum ikki so ókendar. Flest tykkara hava upplivað verðinsumfatandi broytingar, 2.verðaldarbardaga í 40´inum, tuberklar í 50´inum, “hong kong” smittan í 60´inum, og nú koronasmittan, bara fyri at nevna nøkur dømi.

Tit hava, við tykkara longu lívsroyndum og søgu, megnað lívið, og hevur hetta ivaleyst givið tykkum førleikar til at megna lívið, í ein størri mun - hóast avbjóðingar.

Hetta kunnu vit, sum eru í yngra ættarliðinum einans læra av, - hóast sera avbjóðandi.

Vit skulu enn sum áður taka atlit til viðurskifti viðvíkjandi korona, og eru vit glað og takksom fyri ta góða samstarv við tykkum øll, soleiðis at vit í felag, kunnu verja okkara kæru á besta hátt.

Alt við vón um, at ljós er fyri framman í komandi ári. 

Við allarbestu jólakvøðu,

Jóngerð M. Nielsen, stjóri Vesturvón