Góður og gevandi morgunfundur

Sjóvar Kommuna

Aftast frá vinstru: Jóhan Hendrik Ellefsen, kommunustjóri í Vága kommunu, Bárður Danielsen, trivnaðarfólk í Sjóvar kommunu, Anna E. Joensen, kommunuskrivari í Sjóvar kommunu, Julia Kass, fíggjarleiðari í Sjóvar kommunu. Fremst frá vinstru: Bjarni Prior, borgarstjóri Vága kommunu og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

09.03.2021

Í morgun vóru borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen og umsitingin hjá honum á vitjan hjá Vága kommunu. Endamálið við vitjanini var, at kunna seg um viðurskiftini í Vága kommunu, mannagongdir, fyriskipanir og tøkniligir møguleikar, sum vit brúka her hjá okkum. Tosað var um fyrimunir, møguleikar og vansar, og annars bara kunnaðu hvønn annan um hvussu arbeitt verður í ávíkavist Sjóvar kommunu og Vága kommunu.

Nógv varð prátað, og hóast tey vóru komin vestur at vitja okkum og at fáa íblástur, so eru vit samd um at vit eisini fingu nógvan íblástur frá teimum.

Vit takka Sjóvar kommunu fyri vitjanina!