24.01.2024
Í morgun varð fyrsti spakin settur í nýggju útstykkingina í Vatnsoyrum. Talan verður verður um 4 nýggj grundstykkir á 625 fermetrar, hvørt stykki. Nýggjur tilkomuvegur til útstykkingina verður vestanfyri snikkaravirkið Grant, og frá útstykkingini verður ein gøta til fríøkið miðskeiðis í bygdini.
Tað er HMP Consult sum hevur projekterað, og Grevstur og Planering v/Eggaba Andreasen átti lægsta boðið at gera arbeiðið.
Arbeiðið umfatar umframt útgrevstur m.a. nýgerð av uml. 120 metrar av vegi og parkeringsplássum, grótlaðing, ger av gøtu, uppsetan av ljósmastrum og asfaltarbeiði v.m.
Tvey av grundstykkjunum eru umbiðin, og 1 stendur á bíðilista til grundstykki. Bjarni Prior, borgarstjóri setti seg í maskinuna í morgun og gróv fyrsta flagið av. Alt arbeiðið væntast at taka uml. 7 mánaðir.