Grækarismessuhald verður sunnudagin 12. mars kl. 15.00 í viðarlundini í Miðvági

Tjaldur

08.03.2023

Skótalið Mikkjals á Ryggi byrjaði sítt virksemið aftur í fjør eftir ein longri steðg, og fyri kommununa er tað gleðiligt at lív aftur kemur í skótalið Mikkjals á Ryggi. Hetta er enn eitt tilboð til børn og ung, sum eisini passar væl til hugsjónina hjá kommununi um at skapa góðar felagsskapir fyri børn og ung. Eisini fylgir hugsjónin handa skótalív átakinum ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum um at vera virkin, at vera saman og at vera hugbundin, sum Vága kommuna er partur av. Skótar seta eisini ein heilt serstakan dám á til ymisk tiltøk, so sum flaggdagshaldi og onnur tiltøk sum kommunan skipar fyri. Skótalið Mikkjals á Ryggi heldir til í gomlu kommunuskrivstovuni í Miðvági, har nógv børn og ung eru virkin

Tá skótarnir vórðu spurdi um at skipa fyri Grækarismessuhaldi vóru tey klár beinanvegin, og hava tey lagt eina góða skrá fyri dagin. Har verður skrúðgonga við skótunum hjá Skótalið Mikkjals á Ryggi, sum eisini hava boðið skótunum úr Sørvági og Kvívík við, Hervør Jørgensen flytur fram røðu, og so hava tey fingið ungdómsorkestrið í Vágum at framføra nøkur løg, og Vágakórið fer at syngja nakrar sangir. Aftaná tiltakið bjóða tey kaffi/te og okkurt gott afturvið.

Grækarismessuhaldið verður í viðarlundini í Miðvági sunnudagin 12. mars kl. 15.00. Um tað ikki viðrar, so verður haldið flutt inn í bygdaskúlan