02.05.2023
Gamla kvørnin á umhvørvisplássinum var í so ringum standi at hon kundi ikki brúkast longur. Fyri tíð síðan samtykti fíggjarnevndin at keypa eina nýggja og størri kvørn. Hetta hevur givið Tinu Kajsdóttir, umsjónarfólk á umhvørvisplássinum heilt nýggjar møguleikar.
Tað koma nógv trø og greinar á umhvørvisplássið. Greinar og viðarbular verða koyrdir í kvørnina og malnir til spónir, sum kunnu leggjast á blómubeði í havum. Tina hevur í eina tíð malið spónir niðurfyri, og nú er klárt hjá borgarum í kommununi at koma ein túr inn á umhvørvisplássið at keypa spónir úr endurvunnum burturkasti.
Møguligt verður at keypa ein fullan skrellisekk fyri kr. 25,-. Neyðugt er at hava reiðan pening við.
Umhvørvisplássið er opið týsdag til fríggjadag frá kl. 16.00 til 18.00 og leygardagar frá kl. 14.00 til 16.00.
Les eisini greinina Tað grør um gangandi fót á umhvørvisplássinum um megnar arbeiðið sum verður gjørt á umhvørvisplássinum.