08.01.2025
Nógvi kavin sum hevur lagt seg í nátt, gevur avbjóðingar í ferðsluni í morgun. Okkara menn hava grivið í síðan kl. 03.00 í mogrun. Roynt verður fyrst og fremst at halda vegirnar fyri lækna, bussrutu og skúla fríar, men tað rýkur so illa og nógvi kavin sum kemur niður, legst aftur beinanvegin har teir hava grivið, og ger tað trupult at koma runt allastaðni.