Hann hevur eitt tað týdningarmesta starvið í kommununi

Ottar Guttesen

07.10.2022

Vit hava øll sæð hann, tá hann trúfastur hevur gingið fram við høvuðsvegnum og aðrastaðni í bygdunum, har hann ruddar, heintar rusk og tømir almennu ruskspannirnar. Hann heldir bygdirnar í kommununi reinar og hann ruddar upp eftir okkum.

Óttar Guttesen er ættaður úr Havn, men flutti vestur til Sandavágs í 2016 og kom beint í starv hjá Vága kommunu, á tekniska økinum. Honum dámar væl at vera úti í náttúruni og samstundis vera við til at halda náttúruna og bygdirnar reinar. Óttar eigur nógv sporini eftir vegnum. Hann ruddar alla leiðina frá Úti á Trøð í Sandavági til Vatnsoyrar. Tað kann til tíðir vera strýggi at ganga langar teinar, og serliga tá nógv rusk er samlað saman, og so er veðrið ikki altíð til vildar. Men Óttar hevur frælsi til sjálvur at avgera nær hann fer til arbeiðis, og kann velja sær teir dagarnar veðrið er til tað.

Men nú er ein nýggjur leikari komin á banan, men ein sum verður stýrdur av Óttari. Vága kommuna hevur keypt ein el skutara við eini last aftan. Hetta lættir nógv um arbeiðið hjá Óttari. Hann kemur skjótari fram og runt um í kommununi, hann fær tikið meir rusk heim við sær og sleppur undan at bera teir ofta tungu sekkirnar.

Í løtuni er skutarin hvítur, men ætlanin er, at hann verður meira litfagur við litunum hjá kommununi. Ætlanin er somuleiðis at geva skutarinum eitt gott navn. Vit hava spurt Óttar, men hann hevur onki boð sjálvur, og helt at tað var eitt frálíkt hugskot at hava eina navnakapping millum borgararnar í kommununi. Og tí fara vit at eftirlíka, og er møguligt at senda inn uppskot um navn til el skutarin hjá Óttar í frymlinum niðanfyri. Freistin at koma við uppskoti til navn er sett til 21. oktober og tann sum eigur besta uppskotið 1.000kr fyri hugskotið frá Vága kommunu. Kommunan tilskilar sær rættin ikki at brúka nøkur av teimum innkomnu nøvnunum.

Freistin at lata inn uppskot er farin.