Havhestatíðin fyri framman

Natar Irf 1200X800

17.08.2022

Nú er aftur tíð til árligu kunningina, har vit minna borgarar okkara á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdum, tá ið farið verður eftir havhestum.
Kunning frá IRF:
 
Leinkja til kunning á heimasíðuni hjá IRF: https://irf.fo/hugsid-um-umhvorvid-ta-tit-taka-natar_/
 
 
Hugsið um umhvørvið, tá tit taka havhest
 
Nú havhestatíðin er fyri framman, vilja vit minna tykkum á serstøku leiðbeiningarnar viðv. burturbeiningini av leivdunum.
 
Hugsið um umhvørvið og havið hesar leiðbeiningar í huga:
  • Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
  • Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
  • Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið. Yvirlit yvir plássini og upplatingartíðirnar sæst her.
 
Fyribyrging av havhestasjúku:
Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja havhestasjúku.