08.09.2020
Gerandisdagurin hjá okkum øllum er broyttur, og hevur korona merkt okkum øll síðani mars mánaða. Nú tamarhald tykist vera fingið á koronasmittuni, kenna vit okkum trygg og hava tí tikið stig til at bjóða gerandisdegnum vælkomnum aftur. Tó ikki á sama hátt sum fyrr, tí tilmælir um frástøðu og reinføri koma at fylgja okkum.
Vit gleðast um, at kunnu bjóða borgarum allar tænastur aftur.
Heimið á Sýnini:
Vit lata upp fyri øllum vitjandi, og øðrum virksemi frá 9. Septembur 2020. Ongar avmarkingar eru viðvíkjandi talinum av vitjandi, tó skulu vitjanir framvegis vera í búrúminum. Vitjunartíðirnar verða tær somu, og eru millum 15.00 – 17.00 og aftur millum 19.00 og 21.00.
Sangløta, andaktir og annað virksemi verður aftur sum áður, og síggja vit fram til økt virksemi, okkara búfólki til gagns.
Øll vitjandi ganga nú gjøgnum somu hurð, og er hendan í garðinum. Hurðin er merkt við skeltinum “INNGONGD”.
Venjingar
Venjingar byrja, og verður aftur bjóðað til felagsvenjingar í venjingarhøllini í kjallarinum á Heiminum á Sýnini. Venjingar byrja mánadagin tann 21. Septembur 2020 kl.14.00. Venjingarnar verða framyvir mánadagar og hósdagar kl.14.00 – 15.00, og er ikki neyðugt at melda seg til. Um tørvur er á koyring, boða frá á tlf. 793200 gerandisdagar millum 10.00 – 13.00.
Miðvágur tann 8. Septembur 2020
Jóngerð M. Nielsen, leiðari Heimatænastan í Vágum