Hóast korona, hevur rørsla og samvera stóran týdning

Vatnsoyrar

25.01.2022

Sum støðan er í dag, eru tað nógv børn og familjur sum eru rakt av korona farsóttini og sita í sóttarhaldi. Í longdini er hetta ikki ein haldbar støða fyri sálarheilsuna, tí børn hava tørv á frískari luft, rørslu og sosialari samveru við onnur børn.

Eftir gott prei frá borgara, hevur Vága kommuna, við góðari vælvild frá og í samstarv við Zarepta, gjørt av at uttandurað spæliplássið hjá Zarpeta í Vatnsoyrum næstu tvær vikurnar eru settar av til tey børn sum sita heima vegna korona.

Í Vatnsoyrum eru eisini stórar víddir, nógvar áir og vøkur náttúra, at spæla og ganga túrar í.