Í so væleydnað potistøð í Vágum

Potarar (1)

18.11.2021

Seinastu vikuna hevur Vága kommuna, í samstarv við Sørvágs kommunu og Sjúkrahúsverkið, skipað fyri møguleikanum at lata seg pota í Vágum. Átakið hevur eydnast serstakliga væl, tí í miðal hava umleið 400 fólk latið seg pota 3 ferðir um vikuna.

Endamálið hjá kommununum í Vágum, at fara undir hetta átak var, at lætta um hjá borgarum í oynni at sleppa framat at verða potað.

Hettar er eydnast, og okkara borgarar hava verið fegnir um átakið. Men tað er ein sannroynd, at stórur partur av teimum, ið hava latið seg pota seinastu vikuna í Vágum, koma aðrastaðni frá í landinum, enn úr Vágum, meira enn 3. hvør.

Tað eru Vága kommuna og Sørvágs kommuna, sum sjálvar standa við fíggjarligu ábyrgdini av potistøðini í Vágum, t.v.s. skattgjaldarar í Vágum gjalda fyri, at tey sleppa undan at fara til Havnar ella Klaksvíkar, og tí er potistøðin ognað teimum.

Heitt verður tí á avoyggjafólk, um vinarliga at leita sær til eina potistøð hjá landsmyndugleikunum ella at heita á sína kommunu um at taka lut í útreiðslunum, ið Sørvágs og Vága kommunur hava av kommunalu potistøðini, og tey skulu vera meira enn vælkomin vestur, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu.

Potað verður aftur leygardagin, bíleggingarskipanin letur upp fríggjamorgunin.